Innanlands

Stapin kom aftur av Flemish Kap í nátt

Frystilínuskipið Stapin kom á Kollafjørð í nátt við 220 tonsum

Stapin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Stapin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-05-25 09:03 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Frystilínuskipið Stapin kom í nátt á Kollafjørð, har teir skulu landa.

Stapin hevur verið til fiskiskap á Flemish Kap, og við til lands hevur skipið 220 tons av frystum fiski.

Stapin var fyrsta frystilínuskipið, sum fór yvir á Flemish Kap, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Tá ið Stapin fer aftur til fiskiskap, verður farið til fiskiskap undir Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder