Innanlands

Smyril Line yvirtikið Akranes

Smyril Line hevur í dag yvirtikið Akranes, sum er tað seinna av tveimum systurskipum.

Smyril Line hevur yvirtikið seinna nýbygningin (Savnsmynd: Smyril Line)

Smyril Line hevur yvirtikið seinna nýbygningin (Savnsmynd: Smyril Line)

2026-10-16 13:32 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Smyril Line hevur nú yvirtikið bæði farmaskipini, sum reiðaríið hevur latið byggja í Kina. 

Fyrsta skipið, Skipanes, bleiv yvirtikið síðst í august, men ávegis heim til Føroya kom eldur í maskinrúmið, og skipið mátti aftur til bryggju í Kina at umvæla skaðan.

Eingin fólkaskaði hendi tá ið eldurin kyknaði í maskinrúminum. 

Nú er seinna skipið yvirtikið, og eisini her hava trupulleikar verið við skipinum, sum fekk trupulleikar á royndartúrinum. Hetta er nú umvælt, og skipið er komið í føroyska flotan. 

Akranes setur kós móti Føroyum fyrsta dagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder