Innanlands

1160 fiskar merktir á Landgrunninum

Talan var um 874 toskar í ár, men ueisini varð hýsa, upsi, kalvi, tunga, reyðsprøka, havtaska og hvasskvoysa merkt.

2026-10-12 16:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað eydnaðist at merkja 1160 fiskar á Landgrunninum á merkingartúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í størstan mun toskur, sum verður merktur. Talan var um 874 toskar í ár, men umframt hann vórðu bæði hýsa, upsi, kalvi, tunga, reyðsprøka, havtaska og hvasskvoysa merkt.

Kanningin, sum Havstovan ger við at merkja fisk, er m.a. fyri betri at skilja ferðingarmynstrið hjá fiskinum. Hetta avhongur tó av, at tey, sum fáa ein merktan fisk, boða Havstovuni frá og lata Havstovuni fiskin til víðari kanningar. Mann fær góðan kiloprís fyri fiskin, umframt finningarløn og lutaseðlar, har mann er við í einum árligum lutakasti um 12.500 kr.

Á merkingartúrinum fekk Jákup Sverri 11 toskar, sum vóru merktir onnur ár.

8 teirra vóru merktir í 2025 og tríggir í 2024. Allir vóru fingnir vestan fyri Skúgvoynna. Tað vísti seg, at teir eisini vórðu merktir á hesum staði. So viðvíkjandi ferðing má sigast, at hesir hava verið rættiliga støðufastir.

Túrfrágreiðing frá merkingartúrinum sæst her.

Havstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder