Í dag vitjaði sjómanstrúboðarin skip í Klaksvík. Har lá nýggi Dalsenni, fyrrverandi Fiskivarði, og menn vóru spentir og ídnir fyri at gera bátin kláran til fiskiskap.
Trúboðarin fekk orðið á skiparan og ein av eigarunum Jóannes Nýbo í Haraldsundi. Tá hann var spurdur, um hetta er ein dreymur, sum nú gongur út, svarar hann:
- Ja, tað kann eg óivað siga. Eg havi róð út í fleiri ár við glastrevjabátinum Dalsenni, og einaferð var tað ein dreymur. Flestu sjómenn droyma um størri og betri skip, og tað havi eg eisini. Hetta er eitt stig á tí leiðini, sigur Jóannes Nýbo.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Skal nógv gerast við bátin áðrenn tit fara avstað?
- Tað eru nøkur smáting sum skulu gerast. Alt arbeiðsdekki má gjøgnumgangast, tí báturin hevur ikki verið í vinnu í meiri enn hálvtannað ár. Vit hava vraka gomlu línuna, og hava keypt nýggja. Hon er ikki komin upp at hanga enn, tí okkurt viðlíkahald skal gerast undir har hon hongur, sigur hann.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Hvørji fiskiloyvir hevur Dalsenni?
- Vit hava 98 fiskidagar og so nakrar dagar á Føroya Banka. Vit vóna tað verður fiskur at fáa, og prísurin verða góðir, tí dagarnir eru ikki ov nógvir, sigur Jóannes.
Hevur tú fingið manning?
- Ja, unga og góða manning. Stýrimaðurin er gott fimti ár og restin er frá 25 árum og niðureftir. Tað skuldi verið gott, sigur Jóannes.
Dalsenni kemur fyri tað mesta at landa í Klaksvík. Royna teir vestanfyri, og tað verður samanhangandi gott veður, landa teir kanska onkuntíð í Miðvági.
Dalsenni er nýliga klassaður og er í góðum standi. Nú verður hann gjørdur klárur til fiskiskap, og Jóannes vónar, at teir vera klárir um tíggju dagar.
Fimm eiga Dalsenni, sum er skrásettur í Haraldsundi og hevur KG 301.
Dalsenni kom til Føroyar, sum nýbygningur úr Íslandi 16. mars í 2002. Tá var hann trolbátur og kallaðist Norðleivur. Fyri nøkrum árum síðani varð hann umbygdur til línufiskiskap.
Føroyska sjómansmissiónin ynskir eigarunum tillukku og Guds signing við Dalsenni!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald