Skipasøga

Skipasøga: Sjúrðarberg skrásettur tvær ferðir í føroyska flotanum

Fyrr í vikuni gjørdist greitt at verksmiðjutrolarin Sjúrðarberg varð seldur av landinum

2018-07-28 10:08 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin er bygdur í 1985. Skipið varð bygt til Grønlands, og fekk navnið Qipoqqaq, sum tað hevði í 10 ár.

Seinni skifti navnið eigarar og navn, og fekk navnið Polar Nanoq. Hetta navnið hevði skipið so fram til 2001 tá ið skipið varð keypt til Føroyar.

Tað var eisini JFK, sum keypti skipið til Føroyar, sum fekk navnið Fuglberg. Fuglberg var tá ein av fýra stórum trolarum, sum JFK átti. Hinir vóru Sjúrðarberg, Sundaberg og Skálaberg. Hetta talið lækkaði tó aftur seinni tá ið JFK seldi bæði Sjúrðarberg og Fuglberg. 

Fuglberg fekk nú aftur heimstað í Grønlandi, og aftur navnið Polar Nanoq. Skipið var tá heimahoyrandi í Føroyum í eitt ár.

Í 2005 skiftir skipið aftur navn, og hesaferð fær tað navnið Salleq, og aftur í 2007 tá ið skipið fær navnið Haki.

Í 2013 verður skipið aftur skrásett í føroyska flotanum.

Tað er tá aftur JFK, sum skrásetur skipið í Klaksvík, eftir at reiðaríið hevði selt bæði Sundaberg og Skálaberg av landinum.

Sundaberg varð seldur til Russlands, og Skálaberg fór til Argentina, har tað hevði heimstað í eitt stutt skifti áðrenn tað varð selt til Íslands. Skipið er nú heimahoyrandi í Grønlandi, men eigararnir eru íslendskir.

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Seinastu fimm árini hevur Sjúrðarberg verið annar trolarin hjá JFK í Barentshavinum. Sjúrðaerberg hevur avhøvdað og fryst veiðuna umborð, sum eisini verður rópt rundtfryst, og Gadus, sum er størri trolarin hjá reiðarínum, hevur framleið veiðuna til flak.

Sjúrðarberg, sum hevur havt nógv góð ár á baki, skal nú skrásetast í Russlandi, og spennandi verður at vita, hvat nýggja navnið verður.

Sí eisini: Video: So fór Sjúrðarberg

Les eisini: Sjúrðarberg seldur - manningin uppsøgd

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder