2025-07-05 18:43

Framleiðsluskipið Norðborg er farið aftur til fiskiskap aftaná at hava landa fult skip í Ánunum.
Norðborg hevur verið á makrelveiðu í altjóða og føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampuligur.
Norðborg hevði 200 tons av sildafløkum, 10 tons sild til agn og umleið 960 tons av heysaðum makreli.
Eisini hevði Norðborg 115 tons av mjøli og 140 tons av lýsi við til lands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald