
Smyril Line hevur selt farmaskipið akranes, sum felagið keypti í desember 2020.
Farmaskipið Akranes, sum higartil hevur verið partur av flotanum hjá Smyril Line, er nú selt til reiðaríið Fred Olsen Express
Tá ið Smyril Line kunngjørdi søluna í mái mánaða, segði felagið at sølan er ein týðandi liður í endurnýggjanini av farmaskipaflotanum hjá reiðarínum, sum miðvíst arbeiðir við at dagføra flotan og framtíðartryggja virksemið.
Smyril Line er í løtuni í gongd við at byggja tvey stór og framkomin farmaskip í Kina, sum koma í flotan í komandi ár.
Hvat Akranes er seldur fyri vita vit ikki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald