Uttanlands

Trolarar landað rækjur í Noregi

Trolararnir Hvítanes og Enniberg hava báðir landað rækjur í Noregi

Hvítanes (Savnsmynd: Egil Horn)

Hvítanes (Savnsmynd: Egil Horn)

2025-07-07 15:22 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Enniberg var fyrritrolarin, sum var inni og landaði, og landaði skipið 874 tons av rækjum. 

Enniberg hevur verið til fiskiskap síðani 7. apríl, og hava teir fiskað við Svaldbard.

Enniberg skiftið manning og síðani fór skipið aftur á rækjuveiðu.

Hvítanes hevur júst landað 420 tons, sum er full last. Teir hava eisini skift fólk og eru farnir aftur á rækjuveiðu við Svaldbard.

Umframt Enniberg og Hvítanes, so eru eisini Akraberg og Emerald á rækjuveiðu við Svaldbard í løtuni. 

[object Object]Enniberg hevur júst landað 874 tons av rækjum í noregi (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder