Uttanlands

Ruth skal landa sild í Týsklandi

Danska reiðaríið hevur landað sild í Týsklandi tey seinastu 12 árini

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-07-26 19:08 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið hevur fiskað sild í Norðsjónum.

Upplýst verður, at fiskiskapurin heuvr verið góður.

Teir hava 1200 tons av góðari sild, og vektin liggur um 230 gramm.

Tá ið Ruth hevur landað, verður farið aftur á sildaveiðu í Norðsjónum.

Við Ruth eru átta mans, og skipari er Hans Jacob Petersen úr Klaksvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder