Innanlands

Hava fiskað 2300 tons í tveir mánaðir

- Mynstringin er tveir mánaðir, og ta tíðina hava vit fiskað uppí skipið tvær ferðir

(Mynd: Tordar Dimon og Meinhard Johannesen)

(Mynd: Tordar Dimon og Meinhard Johannesen)

2026-03-18 19:14 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Mynstringin er tveir mánaðir, og ta tíðina hava vit fiskað uppí skipið tvær ferðir.

Síðstu tveir dagarnar hevur stóri grønlandski trolarin Avataq, ligið á Havnini. Skipið verður landað, áðrenn kósin verður sett í Barentshavið.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í gjár. Har hitti hann fleiri av manningini og báðar  skipararnar. Meinhard Johannesen, hevur verið skipari síðstu tveir mánaðirnar. Tá hann var spurdur hvaðani teir komu og hvussu hevur vignast, svaraði hann soleiðis:

- Vit koma úr Vesturgrønlandi, har vit hava fiskað svartkalva. Mynstringin er tveir mánaðir, og ta tíðina hava vit fiskað uppí skipið tvær ferðir. Vit landaðu 1150 tons í Grønlandi, fóru so útaftur og hava nú aftur 1150 tons í lastini, sum vit landa her í Havn.

- Hvussu verður svartkalvin hagreiddur?

- Tann stóri svartkalvin, sum er størri enn 1,2 kilo verður skráskorin. Kalvin upp til 1,2 kilo verður frystur heilur, og verður heldur ikki kruvdur. Síðani verður kalvin frystur í blokkar, sigur hann.

- Vit hava fiskað svartkalvakvotuna fyri hetta árið. Hon er fiskað nú, tí hesa tíðina er vanliga nógv at fáa og góðskan á kalvanum er best. Síðsta ár fingu vit nøkur tons afturat síðst í árinum, so kanska vit fáa nøkur tons afturat í vetur, sigur hann.

- Hvussu nógvir mans eru við?

- Vit eru 28 mans tá vit fiskað svartkalva og 24 mans, tá vit fiskað rækjur.

- Nú Avataq skal á rækjuveiðu, er so nógv arbeiði at broyta verksmiðjuna til rækjur?

- Nei. Vit hava tvær sjálvstøðugar verksmiðjur, so tað tekur bara umleið tveir dagar at leggja um til rækjur. Tað eru bara nøkur flutningsbond sum skulu skiftast.

Tá liðugt er at landa, taka vit rækjutroluni og proviant umborð og bunkrað. So verður kósin sett í Barentshavið, og tá verður Tordar Dimon skipari, sigur Meinhard.

Í bøn til Guds takkaði trúboðarin fyri góðar túrar og bað til Guds fyri skipi og manning.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder