Innanlands

Emerald skal landa í Havn

Emerald siglir heim við fløkum, mjøli og lýsi

Emerald (Savnsmynd: Antines Iversen Lindenskov)

Emerald (Savnsmynd: Antines Iversen Lindenskov)

2026-03-04 13:00 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Emerald hevur sett kós móti Føroyum, har trolarin skal landa.

Emerald hevur verið á botnfiskaveiðu í norskum sjógvi hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið hampuligur.

Emerald hevur 540 tons av flaki, 100 tons av mjøli og 8 tons av lýsi. 

Emerald fer fyrst á Hulk at bunkra, og síðani kemur trolarin á Havnina, har veiðan skal landast. Emerald verður í Føroyum fríggjamorgunin.

Tá ið Emerald hevur landað, verður farið á rækjuveiðu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder