Innanlands

Keypt nýggjan Ljósafell

- Vit royna vanliga í 5-7 dagar og ísa veiðuna. Trolarin hoyrir heima á Fáskrúðafirði, og tí landa vit sum oftast til flakavirkið har

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2026-04-27 20:09 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Síðstu dagarnar hevur íslendski trolarin Þórunn Sveinsdóttir, ligið á skipasmiðjuni Mest í Tórshavn. Trolarin hevur verið heimahoyrandi í Vestmannaoyggjunum, men er nú keyptur til Fáskrúðsfjarðar. Har skal hann avloysa gamla Ljósafell, sum varð bygdur í Japan í 1973.

Í samband við yvirtøkuna skuldi girið og ein ljósmotorur yvirhálast. Tað hevur Mest gjørt, samstundis sum trolarin er málaður, skift navn og annað viðlíkahald er gjørt.

- Hetta er eitt væl nýggjari skip, lastar meiri og roynir við tveimum trolum. Gamla Ljósafell roynir við einum troli, lastar 350 kør, meðan hesin lastar 570 kør- Tað sigur skiparin, Kristján Gunnarsson.

- Vit royna vanliga í 5-7 dagar og ísa veiðuna. Trolarin hoyrir heima á Fáskrúðafirði, og tí landa vit sum oftast til flakavirkið har, sigur hann.

- 15 mans eru við gamla Ljósafell, meðan 25 hoyrdu til skipið. Tað verður sama manning og sama feriuskipan, sum við gamla skipinum, sigur Kristján.

- Vit sigla so skjótt vit eru leysir frá Mest. Gamla Ljósafell fiskar enn, men er lýstur til sølu. Fiskiloyvini verða tikin av honum og flutt yvir á hendan, sigur Kristján Gunnarsson.

Ljósafell er bygdur í Skagen í 2010 og longdur 6,6 metrar í 2019. Trolarin er 46,7 metrar langur og 11,2 metrar breiður. Motorurin er ein 2000 hestar MAK.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, har hann hitti nakrar av manningini. Tíð varð tikin til at síggja skipið og til eitt Guds orð, bøn og til at lýsa Guds signing yvir skip og manning.

Føroyska sjómansmissiónin ynskir eigarunum tillukku og Guds signing við Ljósafell.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder