Innanlands

Meginparturin av fiskiflotanum hjá Thor á sølulista

Sjey skip hjá Thor eru til sølu

Sardis (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Sardis (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-11 22:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Útvarpið visti í síðstu viku, at felagið Faroe Origin í Runavík hevði sett eitt trolarapar á sølulistan hjá meklarafyritøkuni Atlantic Ship, sum eisini hevur fleiri onnur føroysk skip til sølu.

Talan er um fleiri føroysk skip. Sum dømi kann nevnast at Rókur, Lerkur, Safir og Smaragd, sum allir eru partrolarar standa á sølulistanum, og so meginparturin av fiskiflotanum hjá reiðarínum Thor í Hósvík.

Hoyvík (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Talan er um heili sjey fiskiskip. Uppsjóvarskipið Hoyvík, frystitrolarin Ran, skelja- og rækjutrolarin Kappin, partrolararnir Topas og Sardis, djúphavstrolararnir Phoenix og Kúrberg. Umframt hesi fiskiskipini, so eigur Thor eisini skeljabátarnar Norðheim og Varðborg, línubátin Leitisstein og garnaskipini Thor og Túgvustein. Hesi síðstu nevndu eru tó ikki á sølulista.

Hoyvík, sum er størsta fiskiskipið hjá reiðarínum, kom í flotan í fjør. Skipið varð keypt úr Noreg fyri slakar 20 mio krónur í fjør, og tað er eisini hesin prísurin, sum reiðaríið ynskir fyri skipið nú. Í sølulýsingini fyri Hoyvík stendur, at skipið kann latast nýggju eigarunum beinanvegin skipið er selt.

Ran (Mynd: Atlantic Shipping)

Prísurin á Kappanum er settur til 20 milliónir krónur, á Ran er prísurin 16 milliónur krónur, Topas og Sardis standa fyri 3,5 milliónir hvør, Phoenix fyri 11 milliónir. Einasta skipið, sum ikki hevur fingið ein prís ásettan er Kúrberg, har tað ber til at koma við einum boði.

Fyri nøkrum vikum síðan var eitt útlendskt felag og hugdi eftir Phoenix, og skipið fór ein royndartúr, so áhugaðu keypararnir kundu síggja hvussu alt riggaði.

Phoenix (Mynd: Atlantic Shipping)

Topas, Sardis og Kúrberg liggja allir í Danmark, og sum skilst er áhugi fyri skipunum.

Kappin hevur bíðað eftir at fáa loyvi at fiskað skeljar nú í langa tíð, men enn er einki loyvi útskrivað, hóast skipið er umbygt at fiska skeljar.

Fyri tíð síðan kom fram, at Thor er annað felagið, sum fær ein part av kvotuni á Flemmish Kap, sum er býtt um við kyrrahavsloyvini. Hitt felagið er Ocean Group Faroe í Vági, sum eigur uppsjóvarskipið Nýborg.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder