Innanlands

Finnur Fríði farin á sildaveiðu

Finnur Fríði hevur seinastu vikurnar ligið á Runavík og bíðað eftir sildafiskiskapinum

Finnur Fríði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Finnur Fríði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-10-13 18:18 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði er farið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi.

Finnur Fríði hevur seinastu vikurnar ligið á Runavík og bíðað eftir at sildafiskiskapurin skuldi fara at taka seg upp, sum plagar at vera tá ið vit nærkast hálvum oktober.

Finnur Fríði er farin í íslendskan sjógv at royna, har eisini Fagraberg roynir. 

Enn eru bara Finnur Fríði og Fagraberg í íslendskum sjógvi. Borgarin og Christian í Grótinum eru á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, meðan flest hini uppsjóvarskipini framvegis liggja við bryggju.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder