
Smyril, sum vanligt røkir suðuroyarsiglingina hevur verið á beding seinastu vikurnar, og skuldi møguliga koma aftur til Føroyar um vikuskiftið.
Mong munnu blíva skuffaði tá ið tey lesa hesa greinina, og fáa staðfest at Smyril ikki verður í Føroyum um vikuskiftið, sum Strandferðslan annars hevði vónað.
Keldur, sum Portalurin hevur tosað við siga, at hóast arbeiðið hevur gingið gott at gera tað, sum skuldi gerast við Smyril, so eru tað ymsar tillagingar, sum skulu gerast umborð áðrenn Smyril setir kós móti Føroyum.
Síðani Smyril fór í dokk fyri einum góðum mánaða síðani hevur nógv umtalaða skipið Galaxy avloyst á suðuroyarleiðini, og hetta hevur skapt mikla øsing millum tey ferandi, og sigast má at støðan er ótolandi.
Eitt nú hevur tað nógv umrødda hekkuportið, sum stóð opið á einum túrið fingið sera nógva umtalu í miðlunum, og nú er Samferðslumálaráðið farið inn í málið, og Sjóvinnustýrið hevur meldað málið til løgregluna.
Í gjár skrivaði Kringvarpið um, at fleiri bilar høvdu fingið skaða umborð á tí eina túrinum, og í dag skrivaði Vágaportalurin, at Galaxy hevði trupulleikar við tí eina akkerinum.
Tað er ikki nakað óvanligt í, at skip skulu í dokk, og ofta kunnar Strandferðslan um hetta í sera góðari tíð, soleiðis at myndugleikarnir hava tíð at finna eitt hóskandi avloysaraskip, men sigast kann ikki at hetta hevur eydnast síðani Norrøna røkti suðuroyarleiðina í 2014.
Smyril skal aftur í dokk 2028 tá ið allir høvðusmotorarnir skulu skiftast, men tað arbeiðið verður helst gjørt í Føroyum, tí nýggja dokkin á Skála verður liðug í komandi ár, og hon hevur pláss fyri Smyrli.
Men hóast arbeiðið helst verður gjørt í Føroyum, so má Strandferðslan út at finna eitt hóskandi avloysara skip í góðari tíð, um tørvurin skal nøktast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald