
Tvey føroysk reiðarí hava gjørt avtalu við reiðaríið, sum eigur Eysturbúgvan, um keyp av Eysturbúgvanum við kvotum.
Handilin er tó treytaður av, at Vørn góðtekur søluna.
Sum skilst, so eru tað Ango í Vági, og Varðin í Gøtu, sum hava gjørt avtalu um keyp av Eysturbúgvanum við kvotum.
Vit hava roynt at fingið fatur á Boga Jacobsen, stjóra í Varðanum, men tað hevur ikki eydnast.
Keldur, sum fiskur.fo hevur tosað við siga tó, at ein avtala er gjørd millum partarnar, men at hon einans er galdandi um Vørn góðtekur treytirnar fyri antitrust.
Sum skilst, so skulu uppsjóvarkvoturnar hjá Eysturbúgvanum flytast yvir á Ango, meðan botnfiskaloyvini og gulllaksakvoturnar skulu flytast á nýggja djúphavstrolaran, sum Varðin í løtuni letur byggja.
Eysturbúgvin hevur kvotur at fiska makrel og norðhavssild umframt kvotur eftir gulllaksi, og fiskidagar undir Føroyum, av tí at skipið hoyrir til bólk 2 í heimaflotanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald