Innanlands

Isafold hevur landað í Fuglafirði

Danska uppsjóvarskipið kom mánadagin á Fuglafjørð

2018-10-24 11:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið Isafold kom mánadagin á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Isafold plagar at landa nakrar lastir í Fuglafirði, og árið í ár er einki undantak.

Teir hava landað 1700 tons av góðum makreli til uppsjóvarvirkið Pelagos. Veiðan er fiskað í ES sjógvi.

Tá ið teir høvdu landa fóru teir aftur á makrelveiðu í ES sjógvi.

placeholder
placeholder