Íløgurnar minka í Føroyum – vaksa í Skotlandi

Bakkafrost velur, orsaka av hækkaða tøkugjaldinum, at minkað íløgurnar í Føroyum komandi fimm árini. Í staðin fyri verða fleiri íløgur gjørdar í Skotlandi. Í alt verða gjørdar íløgur fyri 6,3 milliardir krónur í tíðarskeiðinum 2024-2028

2023-06-06 06:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggja tøkugjaldið broytir fortreytirnar, og tískil má Bakkafrost tillaga virksemið okkum eins og íløgurnar.

Ein avleiðing er, at íløgurnar í Føroyum minka, meðan fleiri íløgur verða gjørdar í Skotlandi. Søguliga sæð hevur íløgustøðið í Føroyum verið sera høgt, á leið 12 kr/kg. Í Føroyum verður íløgustøðið komandi fimm árini minkað niður í 7 kr/kg, meðan tað verður tvífalt hetta, 14 kr/kg, í Skotlandi.

Í alt verða gjørdar íløgur fyri 6,3 milliardir krónur í tíðarskeiðnum 2024 til 2028, harav 355 milliónir eru settar av til at fremja grøna orkuskiftið.

Orsakað av nýggja tøkugjaldinum, kann væntast minni virksemið á góðskingarvirkinum á Glyvrum. Tískil er ikki grundarlag at gera fleiri íløgur í góðskingarvirkið á Glyvrum, og í staðin er ætlanin at byggja nýtt góðskingarvirki í Skotlandi.

Lívfiskaætlanin er eisini ávirkað, og ætlaða lívfiskastøðin í Skálavík er tikin úr íløguætlanini. Í staðin verða munandi minni íløgur gjørdar í at umbyggja og tillaga verandi smoltstøðirnar við Gjógv og á Húsum, so hesar kunnu brúkast til lívfisk. Tað er tó ætlanin at byggja eina nýggja smoltstøð í Føroyum, antin í Ónavík ella í Skálavík, nú hetta økið ikki longur skal nýtast til lívfiskastøð.

Íløgur, sum longu eru settar í gongd, verða gjørdar lidnar. Hetta umfatar millum annað útbyggingarnar á Havsbrún. 

Bakkafrost hevur leingi ætlað út á opið hav at ala, og søkti longu í 2020 um loyvi at ala á opnum havi í Føroyum. Havalingin er ikki partur av hesari íløguætlanini. Sum heild verður miðað eftir at vaksa framleiðsluna á sjónum í Føroyum, tó við minni íløgum, optimeringum og nýggjari tøkni. 

Miðað verður efir at taka 165.000 tons (kruvd vekt) í 2028, harav 110.000 í Føroyum. Í 2028, verður samlaði framleiðslukapaciteturin í Føroyum og Skotlandi 200.000 tons av laksi. 

Í Skotlandi eru góðir vakstrarmøguleikar og gongdin í aliningini betrað munandi. Hetta er eitt beinleiðis úrslit av teimum mongu íløgum, Bakkafrost longu hevur gjørt í Skotlandi og av at virksemið sum heild er umskipað. Komandi árini er ætlanin at økja framleiðsuna av stórum smolti til 15 milliónir smolt á 500g í 2028. Smoltstøðin við Applecross verður víðkað enn meira komandi ár, og verður á stødd við størstu smoltstøðina í Føroyum, smoltstøðin við Strond.

Ætlanin er at byggja enn eina smoltstøð við Fairlie í Skotlandi. Hendan verður nakað størri enn smoltstøðin við Strond, og verður væntandi liðug í 2027.

Harafturat er ætlanin at byggja nýtt góðskingarvirki í Skotlandi. Virkið verður væntandi byggt í stigum og verður væntandi liðugt í 2028. 

Ætlanin er at vaksa alingina á sjónum í Skotlandi við nýggjum aliøkjum, útbýgging av verandi loyvum og við at flyta aliøkir út á djúpari vatn. Eisini er ætlanin at gera íløgur í nýggj skip. 

Bakkafrost hevur bundið seg til at minka um útlátið og taka hetta í stórum álvara. Tað er sera týdningamikið, at enn meira ferð verður sett á grøna orkuskiftið. Tískil eru 355 milliónir krónir settar av til grøna orkuskiftið í Skotlandi og í Føroyum.

---

Í dag 6. Juni 2023 hevur Bakkafrost kapitalmarknaðardag, har millum annað íløguætlanin fyri 2024-2028 verður løgd fram. Kapitalmarknaðardagurin verður hildin í Skotlandi, men framløgurar, ið verða hildnar í dag frá 8.00 til 11.15, verða stroymdar á heimasíðu felagsins: 

https://www.bakkafrost.com/en/investor-relations/capital-market-day-cmd/ 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder