2026-10-20 17:06
Annan dagin á rað er ein føroyskur nýbygningur skrásettur í føroysku altjóða skipaskránni, FAS.
Í gjár var tað Akranes hjá Smyril Line, og í dag varð farmaskipið Hav Fles hjá Navigare Shipping í Søldarfirði skrásett. Hav Fles er systurskip hjá Hav Leiti, sum varð skrásett í FAS í summar, og er annar av fýra nýbygningum, sum Navigare Shipping letur byggja.
- Føroysk shipping-vinna er av sonnum í eini spennandi menning við nýbygging, íløgum og stórum virksemi, sigur Sjóvinnustýrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald