Innanlands

Katrin Jóhanna til Noregs

Katrin Jóhanna setti í gjár kós móti Noregi, har skipið eftir ætlan verður handað nýggjum eigarum.

Katrin Jóhanna (Savnsmynd: Calum Gray)

Katrin Jóhanna (Savnsmynd: Calum Gray)

2026-10-20 11:11 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna, sum hevur havt heimstað í Føroyum seinastu átta árini er ávegis úr føroyska flotanum.

Skipið hevur verið í dokk seinastu tíðina á Skála, og í gjárkvøldið setti skipið kós móti Noregi, har skipið eftir ætlan verður handað nýggju eigarunum. 

Vit hava roynt at fingið fatur á Tummas Henriksen, reiðara, og spurt um eina viðmerking, men tað hevur ikki eydnast. 

Sum skilst, so skal reiðaríið hava annað og nýggjari uppsjóvarskip fyri Katrin Jóhonnu. 

Tað er felagið Katrin Jóhanna P/f, sum eigur uppsjóvarskipið við sama navnið, og talan er um eitt nýtt felag, sum er stovnað eftir at reiðaríið Kinnfelli fór í tvíningar fyrr í ár, sum átti skipið. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder