Uttanlands

Skrokkurin hjá Akrabergi ávegis til Noregs

Skrokkurin verður sleipaður av frálandaskipinum Onyx, sum er skrásett í Valletta. Skrokkurin var í gjárkvøldið nakað sunnanfyri Lissabon í Portugal

2022-01-10 07:52 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Nú nærkast av álvara til føroyskiflotin verður endurnýggjaður. Fyrstu nýbygningarnir eru við at vera klárir at latast eigarunum.

Tann fyrsti nýbygningurin kemur eftir ætlan til Føroyar um ein mánaða, tá ið nýggi Christian í Grótinum kemur stevnandi á Klaksvík fyri fyrstu ferð.

Men tað er ikki einans í uppsjóvarvinnuni, at feløg gera nýggj skip, tí allur Barentshavsflotin verður eisini skiftur út. Tann fyrsti trolarin er longu væl ávegis.

Nýggi Akraberg verður tann fyrsti av teimum trimum trolarunum, sum kemur í føroyska flotan. Skrokkurin er bygdur í Rumenia, og verður í skrivandi løtu sleipaður til Brattvåg í Norra, har skipið skal gerast liðugt, og eftir ætlan skal latast Framherja í summar. Í gjárkvøldið var sleiparin staddur sunnanfyri Lissabon í Portugal.

Skrokkurin er nakað seinkaður, tí upprunaliga skuldi skrokkurin koma til Noregs í gjár, men hetta er fyribils útsett til 21. januar.

Nýggi Akraberg verður 84 metrar langur og 17 metrar breiður, og skal fiska botnfisk og rækjur, og kunna gera súrløgu umborð. 

Nýbygningurin fer eisini at hava battarískipan, sum merkir at nýtsla kann gerast av elspølunum umborð. Sostatt kann skipið liggja við bryggju uttan at motorarnir eru frá.

Núverandi Akraberg er bygdur í 1994, og verður tí 28 ár í ár. Skipið er tó í sera góðum standi, og er longu sett á sølulista í samband við at nýggi Akraberg kemur í summar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder