Uttanlands

Gøtunes sett met í Íslandi

Gøtunes hevur landað størstu nøgdina av svartkjafti nakrantíð til Lodnuvinnsluna í Íslandi

Gøtunes (Savnsmynd: Calum Gray)

Gøtunes (Savnsmynd: Calum Gray)

2025-05-05 16:08 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes hevur landað størstu nøgdina av svartkjafti, sum nakrantíð er landað til Lodnuvinnsluna í Fáskrúðsfirði í Íslandi.

Gøtunes hevur landað 3.606 tons av svartkjafti til íslendska virkið, sum skipið hevur fiskað í føroyskum sjógvi.

Tað tók næstan trý døgn at landa Gøtunes, og tá ið Gøtunes hevði landað fór skipið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi. 

Hetta er ikki fyrstuferð at skipið hevur sett met. Talan er um met, sum eru tikin bæði í Føroyum, Noregi og Hetlandi. 

Les eisini: Gitte Henning 1 tikið enn eitt met

Les eisini: Gøtunes landað størstu lastina til Havsbrún nakrantíð

Les eisini: Gøtunes landað størstu nøgdina av makreli til Varðan Pelagic


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder