
Stóri rækjutrolarin Emerald kom í kvøld á Havnina, har skipið skal taka útgerð og annað umborð, áðrenn skipið fer aftur til fiskiskap.
Emerald hevur verið í dokk í Frederikshavn síðani 6. desember, har skipið hevur verið í sambandi við garanti og eftirlitsarbeiði.
Eitt nú eru dagføringar gjørdar í frystarínum umborð, soleiðis at hetta nú er munandi betri enn tað hevur verið.
Tað er eingin loyna at Emerald hevur havt avbjóðingar við frystarínum síðani skipið varð latið reiðarínum á sumri í 2023, men nú fer væntandi at ganga betur.
Emerald verður liggjandi á Havnini til mikudagin tá ið rækjutrolarin fer í Hopendýpið at fiska.
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald