Innanlands

"Fevnandi hendur" á Bindifestivali

Leygarmorgunin var fyrilestur í Bókasavninum. Heitið var: “Fevnandi hendur – sjómanskvinnuringarnir og teirra arbeiðið”. Tá søgdu Petra A. Poulsen, Ása Jacobsen og Eyðgerð Abrahamsen frá arbeiðið hjá Sjómansmissiónini

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2025-04-27 20:39 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Um vikuskiftið, 24.- 26. apríl er árligi Bindifestivalurin í Fuglafirði. Ymiskt áhugavert er á skránni og kvinnur ymsastaðni úr Føroyum hava leita sær til Fuglafjarðar. Ja, ikki bara tær, tí fleiri útlendingar eru við, eisini sum undirvísarar. Nevnast kann, at ein hevur havt verkstovu um nálabinding.

Klokkan 11 leygarmorgunin var lýst við fyrilestur í Bókasavninum. Heitið var: “Fevnandi hendur – sjómanskvinnuringarnir og teirra arbeiðið”. Tá søgdu Petra A. Poulsen, Ása Jacobsen og Eyðgerð Abrahamsen frá arbeiðið hjá Sjómansmissiónini, við serliga atlitið til arbeiðið kvinnurnar í sjómanskvinnuringunum hava gjørt og støðugt gera.

Tað var ein góð løta. Stutt og greitt greiddu tær frá søguni á skandinaviskum, tí útlendskar kvinnur vóru við. Serliga tosaðu tær um stóra og týdningarmikla leiklutin hjá kvinnunum í arbeiðinum. Tær tríggjar høvdu tosað saman og deilt søguna upp, so  tað ikki gjørdist ov nógv endurtøka.

Stutt kunning var um bøkurnar “Lívgað sjófólk í eina øld”, sum er søgan um Sjómansmissiónina 1918 – 2018, og um “Tænandi hendur”, sum er søgan um sjómanskvinnuringarnar, sum eisini kundi keypast á staðnum.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

Til seinast vístu tær eina maskinbundna pútu fram. Hon var serstøk, tí málningurin hjá Livar Nysted, sum er á bókini, Tænandi kvinnur, var bundin á pútuna í tveimum litum. Upplýst var, at tað var Birita Thorleifsson, sum hevði gjørt mynstrið eftir myndini og bundið pútina.

[object Object]

Sjómansmissiónin takkar Bindifestivalinum fyri møguleikan, og ynskir góðan festival.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder