2025-04-27 16:46

Uppsjóvarskipið Norðingur er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa 1.950 tons av svartkjafti.
Norðingur hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Norðingur fer aftur á svartkjaftaveiðu tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald