Innanlands

Av Hans á Bakka, umborð á Bakkafoss, nýbygningin hjá Bakkafrost

- Ja, hetta er síðsti dagur her umborð, tí eg skal vera skipari á Bakkafossi, sum Bakkafrost byggir í Turkalandi, sigur Trúgvi Petersen við Sjómanstrúboðaran

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-01-11 19:41 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Tá sjómanstrúboðarin vitjaði umborð á Hans á Bakka í morgun, fekk hann at vita, at tað var síðsti arbeiðsdagur hjá skiparanum, sum hevur siglt við skipinum síðani tað kom til landið í 2015.

- Ja, hetta er síðsti dagur her umborð, tí eg skal vera skipari á Bakkafossi, sum Bakkafrost byggir í Turkalandi. Tað merkir tó ikki, at eg ikki kann koma umborð aftur her sum avloysari, um brúk verður fyri tí; tað sigur Trúgvi Petersen, skipari. 

- Árini her umborð hava bæði verið spennandi og mennandi. Hetta var ein nýggj vinna fyri meg, tá eg byrjaði, so eg havi lært nógv, eisini av teimum dugnaligu monnunum, eg havi siglt saman við, sigur hann.

- Nýggja avbjóðingin verður stórt sæð tann sama sum hendan, men Bakkafossur verður nærum dupult so stórur sum Hans á Bakka, sum kann hava umleið 450 tons av livandi fiski umborð. Bakkafossur hevur eisini fleiri møguleikar enn Hans á Bakka, tí hann er 109 metrar langt og 22 metrar breitt og kann hava umleið 1000 tons av livandi fiski umborð, sigur Trúgvi. 

- Eg fari ikki av Hans á Bakka, tí mær ikki dámar her umborð. Eg havi trivist sera væl og eri væl nøgdur við manning og reiðarí. Men tá eg fekk í boði at føra Bakkafoss, helt eg, at eg skuldi taka av. Tað eru ikki allir skiparar, sum fáa spildurnýtt skip at føra, sigur Trúgvi.

- Eg skal nú niður til Turkalands og vera har, til skipið verður liðugt í juni. So skal tað siglast til Føroyar, sum tekur umleið 14 dagar. Tað verður áhugavert og spennandi at koma til Føroyar við Bakkafossi, sigur hann.

- Eg nevndi, at eg hevði lært nógv av monnunum her umborð, tí eg hevði ikki somu royndir sum teir. Eg fekk siglingstíðina umborð á missiónsskipinum, Dulos, hjá OM felagsskapinum frá 1994 – 1996 og fór so á skiparaskúla. Aftaná fór eg umborð á Logos II, sum eisini var eitt missiónsskip hjá OM. Har var eg eina tíð, til eg fór aftur í skúla og tók skipsførara, sigur Trúgvi Petersen, skipari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder