Innanlands

Ein pakki var til kvinnu

-Vit takka fyri jólapakkarnar, og eg takki fyri, at ein pakki er til kvinnu. Tað verður so mín pakki, tí ongin onnur kvinna er umborð

Regina Poulsen (Mynd: Sjómansmissiónin)

Regina Poulsen (Mynd: Sjómansmissiónin)

2025-12-22 16:54 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

-Vit takka fyri jólapakkarnar, og eg takki fyri, at ein pakki er til kvinnu. Tað verður so mín pakki, tí ongin onnur kvinna er umborð.

Flestu jólapakkar til sjófólkið eru óivað gjørdir til mannfólk. Tað eru jú flest mannfólk, sum sigla við skipunum, sum Føroyska sjómansmissiónin letur pakkar til.

Kortini eru undantøk. Tað eru kvinnur millum menninar, hóast tær ikki eru nógvar.

Aftur í ár komu pakkar inn, har skrivað var á: Til kvinnu. Teir pakkarnir eru farnir umborð á skip, har kvinnur eru við.

Ein av hesum kvinnum er Regina Poulsen. Hon siglir sum kokkur við grønlandska pelagiska trolaranum Tasiilaq, sum liggur í Søldarfirði um jólini.

Tá sjómanstrúboðarin vitjaði umborð við pakkunum, fekk hann orðið á Reginu. Hon segði:

- Vit hava tað gott umborð og eg havi prýtt messuna og sett jólatræði upp. Vit eru við at koma í jólahýr. Hóast vit hava hugnað um umborð, vóna vit at halda jólini heima, sigur hon.

- Vit hava nakað eftir av sildakvotuni, men hon skal fiskast í føroyskum ella í altjóða sjógvi, og har er eingin sild, sigur hon.

- Vit takka fyri jólapakkarnar, og eg takki fyri, at ein pakki er til kvinnu. Tað verður so mín pakki, tí ongin onnur kvinna er umborð. Í fjør fekk eg eisini pakka frá tykkum, og hann var eisini til kvinnu, sigur Regina brosandi og takksom.

Regina og grønlandska manningin eru farin til Grønlands.

12 fólk sigla við Tasiilaq.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder