Uttanlands

Beinur landar sild í Skagen

Danska uppsjóvarskipið hevur 1300 tons av sild við til lands

2018-10-21 12:30 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið Beinur kom í gjár til Skagen, har teir skulu landa.

Beinur hevur verið á sildaveiðu í Norðsjónum, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir hava 1300 tons av sild, sum teir skulu landa í Skagen, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á sildaveiðu í Norðsjónum.

Skipari hendan túrin er Gunnar Nolsøe.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder