Innanlands

Ango og Arctic Voyager landa makrel í Fuglafirði

Ango og Arctic Voyager skulu landað 130 tons í part í Fuglafirði

Ango (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Ango (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-08-18 14:26 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini Ango og Arctic Voyager skulu landa makrel til Pelagos í Fuglafirði.

Ango kom fyrst, og hevur 130 tons av makreli. Skipið verður liðugt at landa seinnapartin, og tá eigur Arctic Voyger tørn.

Arctic Voyager hevur somuleiðis 130 tons, og upplýst verður, at fiskiskapurin hevur veirð smáligur hendan túrin.

Tá ið Arctic Voyager hevur landað, verður farið aftur á makrelveiðu.

[object Object]Arctic Voyager (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder