Í tíðarskeiðnum oktober 2025 til september 2026 útfluttu føroyingar fyri nærum 14,4 milliardir krónur. Fiskavøruútflutningurin var 13,6 milliardir krónur, sum er 1,2 milliardir - ella tíggju prosent - meira samanborið við undanfarnu tólv mánaðirnar.
Útflutningsvirðið av flestu fiskasløgunum er vaksin, meðan útflutningsvirðið á makreli og fiskamjøli er minkað, skrivar Hagstovan.
Útflutningsvirðið á laksi vaks eina knappa milliard krónur, sum er ein vøkstur á 16,3 prosent í útflutningsvirðinum, meðan nøgdin vaks knøpp 18.000 tons - ella næstan 18 prosent.
Útflutningsvirðið á toski er vaksið næstan 250 milliónir krónur ella góð 19 prosent.
Útflutningurin av fiskavørum til Asia - undantikið Miðeystur - er vaksin eina góða hálva milliard krónur. Størsti vøksturin til asiatiska marknaðin er til Kina, ið stendur fyri 514 milliónum krónum av vøkstrinum. Helvtin av vøkstrinum stavar frá hægri útflutningsvirði av laksi.
Størsti vøksturin til ES marknaðin er til Spania, ið er vaksin við 244 milliónum krónum, og til Italia við 141 milliónum krónum. Útflutningurin til Evropa annars er minkaður næstan 153 milliónir krónur. Av hesum er útflutningurin til Russlands minkaður við 138 milliónum krónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald