Innanlands

Dópur í Norðragøtu sunnudagin

Frystitrolarin hjá Varðanum verður doyptur klokkan 13 sunnudagin.

(Mynd: Varðin)

(Mynd: Varðin)

2026-11-28 18:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggi frystitrolarin hjá Varðanum  verður doyptur í Norðragøtu sunnudagin kl.13.

Skráin fyri løtuna er hendan:

Hornorkestrið spælir, meðan skipið leggur at kai.

Felagssangir verða sungnir og røður verða hildnar. Røðarar vera:
• Sámal Joensen, stjóri i Varðanum
• Per Martin Gregersen, borgarstjóri
• Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum
• Mouritz Mohr, stjóri í Mest.

Eftir dópin eru øll vælkomin umborð, og eisini verður okkurt at fáa til matna í kappróðrarneystinum hjá Tindi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder