Tað var 12. juni, at eldur kom í maskinrúmið á íslendska pelagiska trolaranum Barði, 15 fjórðingar norðanfyri Føroyar.
Skipið hevði verið til viðlíkahald hjá Mest í Havn og var ávegis aftur til Íslands.
Eldur kom í maskinrúmið, sum manningin, ið taldi fimm mans, tíbetur fekk sløkt. Eingin mannskaði var, men maskinrúmið fekk stóran skaða.
Skipið lá hjálparleyst til vaktarskipið Brimil kom og sleipaði tað aftur á Havnina.
So skuldi skaðin kannast. Eldurin hevði gjørt stóran skaða, og serliga á el-skipanina. Avgerð varð síðani tikin um, hvar skaðin skuldi umvælast.
Alt tílíkt arbeiði tekur tíð. Úrslitið var, at Eltalvuvirkið í Gøtu skuldi gera el-arbeiði, Mest tað mekaniska og Therma ventilatións, rør- og blikkarbeiði.
Nú er umvælingin um at verða liðug. Tá nakrir dagar eru farnir av desembur, er ætlanin at sigla skipið til Íslands.
![]()
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð fríggjadagin. Har fekk hann orð á maskinmenninar, Jóhann Bremnes og Halldór Snar, sum er hálvur føroyingur. Teir søgdu, sum við ein munn:
- Vit eru væl nøgdir við umvælingararbeiðið. Tað er umfatandi, og tí hevur tað eisini tikið sína tíð. Samstundis er annað smávegis viðlíkahaldsarbeiði gjørt, meðan skipið hevur ligið hjá Mest-
So søgdu teir brosandi og skálkaliga:
- Tað er gott at vera í Føroyum. Men nú gleða vit okkum til at sleppa aftur til Íslands – við skipinum!
Teir vóru heilsaðir við: Góða ferð og Jesus fylgi tykkum!
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!
Barði er bygdur í Turkalandi í 2012, er 71 metrar langur, 17 metrar breiður og lastar 2600 tons.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald