Uppsjóvarskipið Ango er við at verða selt av landinum, og reiðaríið skal leiga Jupiter úr Klaksvík at fiska kvoturnar til nýtt skip er keypt.
Tað skrivar Kringvarpið.
Heri Godtfred, sum er ein av eigarunum, sigur fyri Kringvarpinum, at felagið fekk eitt nøktandi boð uppá Ango, at avgerð er tikin um at selja, men hann sigur samstundis, at enn er eingin endalig avtala undirskrivað.
- Vit skulu blomba nakrar tangar umborð á Ango, soleiðis at skipið kann skrásetast í Marokko, og fer samstundis lastar eitt sindur minni enn tað ger í dag, sigur Heri Godtfred við Kringvarpið.
Jupiter er fimm ár nýggjari enn Ango, men nógv minni brúktur. Kvoturnar hjá Ango verða fluttar á Jupiter, men talan er bara um eina fyribils loysn, av tí at reiðaríið aftanfyri Ango fer at útvega sær eitt nýggjari og størri skip fyri skipið, sum verður selt.
Ango hevur kvotur eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild.
Ango kom í føroyska flotan í 2022, og er annað skipið hjá reiðarínum Ango í Vági.
Reiðaríið aftanfyri Ango í Vági, skal leiga Jupiter til annað skip er funnið tá ið Ango er seldur til Marokko (Mynd: Sigmund av Teigum)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald