2026-11-18 18:44
Uppsjóvarskipið Gøtunes kom seinnapartin á Fuglafjrð, har skipið skal landa svartkjaft.
Gøtunes hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið hampuligur.
Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald