Innanlands

Sigla við súrløgi og fiskaolju

- Hetta er eitt fyrrverandi kemikaliumskip, sum nú siglir við súrløgi og fiskaolju, sigur Pætur Holm, skipari á norska Hordafor VII.

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2026-11-14 19:41 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í farnu viku lá norski Hordafor VII á Fuglafirði. Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og hann varð vístur runt á skipinum.

Tá hann spurdi føroyska skiparan, Pætur Holm, hvat fyri skip Hordafor VII var, svarið:

- Hetta er eitt fyrrverandi kemikaliumskip, (oil/chemical tankers) sum nú siglir við súrløgi og fiskaolju. 

Vit koma úr Norra við súrløgi úr hvítfiski til Havsbrún. Løgurin er flótandi og verður pumpaður umborð og pumpaður í land, sigur hann.

- Hvat er súrløgur? 

- Súrløgur kemur frá restum av toski, upsa, sild og øðrum hvítfiski, sum verður malin, og ofta blandaður uppí fóður til laks.

Súrløgur kemur eisini av laksi, men hann verður ikki blandaður uppí alifóður, sigur hann.

- Hvat er fiskaolja?

- Fiskaoljan kemur av lagraðum súrløgi, sum verður kókaður, og burtur úr tí kemur fiskaoljan, sigur Pætur.

- Hvaðar skulu tit tá liðugt er at pumpa?

- Tá liggur leiðin til Íslands. Har skulu vit lasta súrløg frá fleiri virkjum, bæði á vesturlandinum og á suðurlandinum og sigla hann til Norra. Vit eru í fríari sigling, men sigla mest uppá Norra, Danmark, Føroyar og Ísland.

- Tá vit sigla við súrløgi og fiskaolju, sigur tað seg nærum sjálvt, at vit sigla mest uppá havnir, har feskur fiskur verður landaður og arbeiddur, sigur Pætur.

[object Object]

Manningin, sum telur 9, er 4 vikur umborð og tað sama heima. Hardafor VII er 74 metrar langur, 15,2 metrar breiður og lastar 3000 tons.

Menn vóru blíðir og trúboðarin hevði andakt og bøn áðrenn hann takkaði fyri seg.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!

[object Object](Mynd: Marinetraffic)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder