Innanlands

Vónin við yvirskoti á 27,7 milliónir í fjør

Hetta er munandi lægri enn árið fyri, og samlaða sølan var 17 milliónir lægri - tó heili 644 milliónir krónur. Gongdin í 2025 var millum annað ávirkað av fiskakvotum og ófriðinum í heiminum.

Eftir góðu framgongdina við trollemmum, og sum liður í framtíðarmenningi av trollemmum, fer Vónin samtakið seinni í ár at yvirtaka eina trollemmaframleiðslu í Litava. Hetta er eitt natúrligt stig á leiðini, at styrkja um veitaraketuna og marknaðarstøðuna í hesari vinnu

Eftir góðu framgongdina við trollemmum, og sum liður í framtíðarmenningi av trollemmum, fer Vónin samtakið seinni í ár at yvirtaka eina trollemmaframleiðslu í Litava. Hetta er eitt natúrligt stig á leiðini, at styrkja um veitaraketuna og marknaðarstøðuna í hesari vinnu

2026-07-02 08:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vónin: Samlaða sølan í Vónin samtakinum í 2025 var 644 mió.kr. í mun til 661 mió. kr. í 2024.

Úrslitið eftir skatt í 2025 var 27,7 mió. kr. samanborið við eitt úrslit eftir skatt á 45,0 mió. kr. í 2024. Gongdin í 2025 var millum annað ávirkað av fiskakvotum og ófriðinum í heiminum.

Samtakið fevnir um feløg í Føroyum, Grønlandi, Skotlandi, Kanada, Danmark, Norra og Litava. Í Føroyum hevur Vónin tríggjar deildir. Ein deild við Norðskála til alivinnuna, ein deild í Fuglafirði til uppisjóvarvinnuna og ein deild í Tórshavn til botn- og rækjutrolsvinnuna. Í samtakinum eru 22 deildir staðsettar kring norðuratlantshavið.

Fyri at tryggja framstig til fiskivinnuna, hevur Vónin í fleiri ár støðugt arbeitt við at menna trollemmar, sum kunnu stýrast beinleiðis frá brúnni á skipunum. Í 2024 kom Vónin við einari loysn til pelagiska fiskiflotan, og síðani tá hevur felagið ment botntrolslemmar, sum eisini kunnu stýrast frá brúnni. Áhaldandi menningin viðførir at fiskiskipini brúka minni orku og havbotnurin verður minni ávirkaður av fiskiskapinum.

- Eftir góðu framgongdina við trollemmum, og sum liður í framtíðarmenningi av trollemmum, fer Vónin samtakið seinni í ár at yvirtaka eina trollemmaframleiðslu í Litava. Hetta er eitt natúrligt stig á leiðini, at styrkja um veitaraketuna og marknaðarstøðuna í hesari vinnu.

Umhvørvið hevur høga raðfesting hjá Vónini, bæði víðvíkjandi virkseminum og menningini. Feløgini í samtakinum arbeiða miðvíst við at endurvinna tilfar frá fiski- og alivinnuni. Seinastu 4 árini hevur Vónin samtakið sent yvir 3.500 tons av tilfari til endurvinning, sum virkar til 12.840 tons minni í CO2 útláti.

Alivinnan er og hevur verið ein vaksandi partur av virkseminum hjá samtakinum, og í 2025 varð kunngjørt at alt alivirksemi í Hampiðjan samtakinum, sum Vónin samtakið er partur av, skuldi leggjast saman. Endamálið við samanleggingini er at savna arbeiðið innan nót, útgerð og verju til alivinnuna, so felagið kann fáa eina greiðari kós og betri skipan í framtíðini. Tað vil siga at alivirksemið hjá Vónini við Norðskála nú er undir Eldi samtakinum, sum Hampiðjan eigur. Nýggja føroyska felagið eitur Eldi Føroyar. Vónin samtakið kemur framvegis at eiga í Eldi samtakinum.

Fyri 2025 var miðaltalið av starvsfólkum hjá samtakinum 437. Harav starvast 99 av teimum í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder