Innanlands

Vísir ákærunum aftur

Íslendska felagið Samherji eigur 24 prosent av føroyska reiðarínum Framherja, sigur Anfinn Olsen, stjóri, sum ger vart við at hann hevur fullan avgerðarrætt í felagnum. Anfinn Olsen og konan, Elisabeth Eldevig eiga restina av felagnum

Anfinn Olsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Anfinn Olsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-04-10 21:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í skrivi til miðlarnar í dag vísir Anfinn Olsen, stjóri í Framherja, øllum ákærunum, sum vóru í sendingini “Teir ómettiligu II”, sum týsdagin varð send í Kringvarpinum.

- Eftir at hava hugt eftir sendingini, sat eg eftir við eini løgnari kenslu. Eg mátti ásanna, at hesum kom eg ikki væl frá. Hví hevði eg ikki tryggjað mær, at eg hevði fingið allar spurningarnar áðrenn samrøðuna, so eg hevði kunna fyrireikað meg betri? Hví hevði eg ikki tryggjað mær, hvat endamálið við samrøðuni var? Hví tryggjaði eg mær ikki, at upptøkutólið varð sløkt, tá samrøðan var liðug? Hesar og aðrar spurningar setti eg mær sjálvum, sigur Anfinn Olsen í skrivinum til miðlarnar.

Í drúgva skrivinum greiðir hann frá øllum 16 flytingunum, sum tað í sendingini verður sett spurnartekn við. Reiðarin ger vart við, at flytingarnar eru allar gjørdar í sambandi við keyp og sølu av skipum.

Anfinn Olsen finst at Kringvarpinum, og sigur hetta vera eitt átak hjá KVF móti reiðarínum.

Í práti eftir samrøðuna (við Kringvarpið, red.), og eftir at mikrofonin er tikin av mær, vísir Jan Lamhauge mær eina síðu úr roknskapi hjá Esja, har felagið Framherji ella Framinvest er nevnt.

- Eg hugsaði ikki tá um, at Esja hevði heimstað á Kypros, og avvísti, at vit høvdu samstarvað við felag á Kypros. Tað varð ein feilur. Tá eg síggi sendingina, vísir tað seg, at hetta var tilætlað, og at Jan Lamhauge helt fram við at taka upp, eftir at avtalaða samrøðan varð liðug. Henda upptøka er brúkt í KVF og umrødd í íslendska RÚV.

- Eg eri sannførdur um, at tað var við vilja, at Jan Lamhauge ikki vísti mær hetta skjal áðrenn samrøðuna. Hevði hann gjørt tað, so hevði eg havt møguleika fyri at kanna hesi viðurskifti, og so hevði eg sjálvsagt svarað øðrvísi.

Í skrivinum verður eisini greitt frá ognarviðurskiftunum, og Anfinn Olsen ger greitt, at hann hevur ræðið á felagnum.

- Eg og konan (Elisabeth Eldevig, red.) eiga 67% av partapeninginum í Sp/f Framherja, sum er móðurfelagið í samtakinum. Hini 33% eigur Sp/f Framinvest. Í hesum felag eigur Samherji 73% og eg og konan 27%. Samanlagt er ognarluturin hjá Samherja í samtakinum Framherji 24%. Eg eri stjóri og havi fullan avgerðarrætt saman við nevndunum í móðurfelagnum og dóttirfeløgunum, sum eru P/F Akraberg, P/F Eysturoy og P/F Regn.

Alt skrivið sæst á lesarin.fo her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder