Samlað varð útflutt fyri 13,3 milliardir krónur í tíðarskeiðnum oktober 2024 til september 2025, og tað er nærum 1,4 milliardir krónur - eela 11,6 prosent - meira enn undanfarnu 12 mánaðirnar.
Fiskavøruútflutningurin í áðurnevnda tíðarskeiðnum var 12,4 milliardir krónur - ein vøkstur á nærum 1,1 milliard krónur - ella 9,7 prosent.
Útflutningurin av so at siga øllum fiskasløgum veksur, meðan útflutningsvirðið á laksi, fóðri, lýsi og fiskamjøli er lakari. Útflutningurin av fóðri, fiskamjøli og lýsi er samanlagt minkaður við 522 milliónum krónum, skrivar Hagstovan.
Útflutningsvirðið á laksi minkaði 273,4 milliónir krónur í uppgerðarskeiðnum. Samanborið við seinasta 12-mánaðarskeiðið minkaði samlaða útflutningsvirðið við 4,5 prosentum, meðan nøgdin vaks 11,8 prosent. Hetta svarar til at prísurin er lækkaður 15 prosent.
Útflutningsvirðið á makreli er vaksið yvir 1,1 milliard krónur, ella 131 prosent. Vøksturin stavar fyri tað mesta frá príshækkingum, tí nøgdin er einans vaksin 67 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald