Høgaberg, sum er nýggja uppsjóvarskipið hjá reiðarínum Framherja í Fuglafirði, var fyri nøkrum døgum síðan sjósett á Karstensens skipasmiðjuni í Gdansk.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/03/28/890x590/1711642614r4q5rjnbas.webp)
Tað skuldi vera 8. mars, men tað gekk ikki sum ætlað. Av onkrari orsøk fekk skrokkurin ikki nóg nógva ferð av bakkastokkinum, og steðgaði áðrenn skrokkurin kom á sjógv. Nakrar dagar seinni, 19. mars, var skipið sleipað av bedingini, og 22. mars lá skipið loksins við bryggju.
Hetta skrivar pólski miðilin gospodarkamorska.pl.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/03/28/890x590/1711642604fl8ngoxigp.webp)
Vit frætta frá Framherja, at skrokkurin verður nú sleipaður til Skagen. Væntandi verður hann har leygamorgunin, og har skal restina av arbeiðinum gerast.
Høgaberg verður væntandi latin reiðarínum í oktober-november.
Nýggi Høgaberg er 88 metrar langur og 17,5 metrar breiður. Hann fer at lasta 3400 tons. Høgaberg er systurskip Finnur Fríða.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/03/28/890x590/1711642609a7axodezrm.webp)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald