Talan er um eitt granskingarsamstarv undir leiðslu av Universitetinum í Bergen, við luttøku frá Havstovuni, Bjerknes Centre for Climate Research og Universitetsmuseet i Bergen, og við fíggjarligum stuðli frá Trond Mohn Research Foundation.
Seinastu vikurnar hava fólk frá Havstovuni tikið lut í eini ørgrynnu av kanningum umborð á norska havrannsóknarskipinum RV G.O. Sars.
Granskararnir hava m.a. fylgt dagligu upp- og niðurferðingini hjá lívverum í sjónum við ekkóloddi, kortlagt havstreymar og sjógvmassar, gjørt magakanningar, tikið isotop sýni av fiski, og kannað samansetingina av djórasamfelagnum í økinum við troli, glúpi og eDNA.
Henda samanrenningin av lívfrøði og havfrøði er tað, ið skal geva betri innlit í vistfrøðiliga dynamikkin við kantin á Landgrunninum.
Kanningarnar fóru fram í ein landnyrðing úr Føroyum, sum er eitt serstakliga áhugavert øki, har heitur atlantiskur og kaldur arktiskur sjógvur møtast. Havstovan hevur mátað streymin her í økinum í 30 ár. Akustisku streymmátararnir á botninum virka sum “umvend ekkólodd”, ið áhaldandi skráseta data, ið eftir ætlan kunnu nýtast at eyðmerkja, hvørji fiskasløg eru til staðar í sjónum omanfyri.
Eitt ítøkiligt íkast frá DRIFT verkætlanini í hesum sambandinum er at knýta trol, streymmátara- og ekkólodd-data saman. Hetta er bindiliðurin, sum saman við okkara streymdataseriu kann varpa ljós á, hvussu hendan samansetta skipanin er broytt síðan miðskeiðis í 1990unum, og hvussu hon kann broytast í framtíðini.
Nú byrjar arbeiðið at seta allar brikkarnar saman.
Havstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald