Innanlands

Video: Lerkur av bakkastokki

Skrokkurin varð sjósettur í Póllandi fríggjadagin. Nú skal nýggi trolarin hjá Framherja gerast liðugur í Skagen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-08 12:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skrokkurin av Lerki fór fríggjadagin av bakkastokki hjá Karstensens Skibsværft í Póllandi. Skipið verður nú sleipað til Skagen har tað skal gerast liðugt, og væntandi kemur Lerkur í flotan seinni í ár.

Nýggi trolarin hjá Framherja kostar 180 milliónur krónur, og er systurskip til Sjúrð Tollaksson, sum Varðin í løtuni letur byggja á somu skipasmiðju. 

Sjúrður Tollaksson verður eftir ætlan handaður Varðanum í summar, meðan Lerkur eftir ætlan kemur í flotan seint í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder