Innanlands

Vesturvarði besti lemmatrolarin í 2025

Vesturvarði fiskaði fyri knappar 35 milliónir milliónir krónur í 2025

Vesturvarði (Savnsmynd: jn.fo)

Vesturvarði (Savnsmynd: jn.fo)

2026-01-04 08:05 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Besti lemmatrolarin í fjør var Vesturvarði, sum fiskaði fyri 34,6 milliónir krónur í 2025.

Sørvágstrolarin Vesturvarði liggur greitt á einum frystaplássið tá ið talan er um veiðuvirði fyri lemmatrolararnar í 2025.

Rankin úr Sandavági liggur nummar tvey, og fiskaði fyri 32,1 milliónir krónur í fjør.

Á triðjaplássið liggur Steintór úr Hvalba, sum landaði fyri 30,8 milliónir krónur í 2025.

Síðani kemur Eysturbúgvin, sum fiskaði fyri 26,6 milliónir krónur í fjør.

Á einum fimtaplássið kemur Vesturbúgvin við einum avreiðingarvirði á 26,5 milliónum í 2025.

Nummar seks á listanum liggur Kappin, sum fiskaði fyri 17,7 milliónir krónur.

Nummar sjey er Norðfinnur við 11,6 milliónum, og síðani kemur Brestir við einum avreiðingarvirði á fimm milliónum. Havast skal í huga, at Brestir hevur ligið seinastu tíðina við maskintrupulleikum, og tí ikki hevur verið í vinnu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder