Innanlands

Vesturhavið fer nú til fiskiskap undir Íslandi

Vesturhavið hevur verið ein royndartúr síðan skipið skifti eigarar, men nú verður farið fyrsta orduliga túrin

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2020-11-05 06:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Frystilínuskipið Vesturhavið, sum skifti eigarar fyri einum lítlum mánaða síðan, hevur seinasti vikurnar verið ein royndartúr undir Føroyum.

Við seinasta túrin hava tveir mans verið frá undanfarnu manningini, sum sigldi við, og skuldi tir hjálpa nýggju manningini at seta seg inn í skipið, men nú verður tað einans manningin frá nýggju eigarunum, sum fer við skipinum.

Farið verður til fiskiskap undir Íslandi seinni í dag, og er hetta nakað, sum nýggju eigararir eru sera spentir uppá.

Háldan Haldansen, reiðari, hevur fyrr víst á, at nú kunnu teir gera ein longri túr undir Íslandi, heldur enn tríggjar smærri túrar.

Vesturhavið er undanfarni Kambur, sum gomlu eigararnir seldu, í samband við at teir hava keypt eitt nýggjari og størri skip úr Norra.

Nýggi Kambur kemur til Føroyar fyri fyrstuferð leygardagin. 

placeholder
placeholder