2026-01-07 22:32
Uppsjóvarskipið Vestmenningur er komið á Tvøroyri, har skipið skal landa makrel.
Vestmenningur hevur fiskað makrel í bretskum sjógvi, og við til lands hevur skipið 440 tons av makreli, sigur Bjarni í Skálum, skipari.
Fiskiskapurin hevur verið góður, og kvotan er nú fiskað.
Tá ið liðugt er at landa til Varððan Pelagic, fer Vestmenningur á svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald