Innanlands

Vatnstøðan í Føroyum helst millum 38 og 68 cm hægri í 2100

Í tíðarskeiðnum 1999 til 2023 er miðalvatnstøðan í Føroyum heilt inni við land vaksin við umleið 2,9 mm um árið, vísa útrokningar hjá Firum

(Mynd: Firum)

(Mynd: Firum)

2026-04-18 13:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Miðalvatnstøðan í Føroyum heilt inni við land er vaksin við umleið 2,9 mm um árið tíðarskeiðið 1999 til 2023.

Tað vísa útrokningar við havmyndlinum FarCoast, sum Firum hevur ment.

Hetta er eitt sindur lægri enn globala hækkandi vatnstøðan, sum er 3,7 mm/ár sama tíðarskeið.

Hækkandi vatnstøða er ein ítøkilig avleiðing av veðurlagsbroytingunum, skrivar Firum.

Høvuðsorsøkirnar til hækkandi vatnstøðuna eru, at feskt vatn, sum stavar frá bráðnandi ísi á landi legst afturat høvunum umframt at sjógvurin hitnar og víðkast í rúmd.

Útrokningar sambært seinastu IPCC frágreiðing vísa, at sannlíkt er at vatnstøðan í Føroyum í 2100 verður millum 38 og 68 cm hægri enn hon er í dag.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder