Innanlands

Varðin yvirtikið stóra uppsjóvarskipið Gitte Henning

Uppsjóvarskipið, sum bara er eitt ára gamalt skal fiska fyri Trónd í Gøtu, sum fer at liggja til várs

Gitte Henning er í løtuni í dokk í Skagen

Gitte Henning er í løtuni í dokk í Skagen

2019-08-28 14:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Felagið P/f Desin, sum er dóttirfelag hjá Varðanum, hevur í dag yvirtikið stóra danska uppsjóvarskipið Gitte Henning.

Skipið er keypt, og skal fiska kvoturnar fyri Tróndur í Gøtu, sum skal hava nýggj gear. Talan er um makrel, sild og svartkjaft.

- Vit hava undirskrivað sáttmálan í dag, men fyri at man skal kunna flyta føroysk fiskirættindi yvir á skipið, so mugu vit keypa Gitte Henning. Sáttmálin, sum vit hava undirskrivað er ein keypssáttmálið, sigur Dávið Jacobsen, tekniskur stjóri í Varðanum.

- Lánstreytirnar eru óvanliga harðar við teimum politisku fiskirættindunum, sum vit hava í dag, men vit mugu hava eitt skip at fiska kvoturnar fyri Tróndur í Gøtu, sum kemur at liggja til várs, og kravið frá okkara kundum er, at góðskan á veiðuni skal vera í serflokki, og tí var hetta einasti møguleikin, sigur Dávið Jacobsen.

Gitte Henning fær heimstað í Gøtu. Skipið kemur at eita Gitte Henning 1, nú skipið verður skrásett í føroyska flotanum. Hetta er eitt av nýggjastu uppsjóvarskipunum í danska flotanum, og var bygt í 2018.

Felagið hevur ikki tikið støðu til hvat verður gjørt eftir at Tróndur í Gøtu er klárur aftur til fiskiskap.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder