Innanlands

Varðin selt Jupiter til Kollafjarðar

Eyðkenda reyða og gula skipið úr Gøtu fer framyvir at vera heimahoyrandi í Kollafirði

Jupiter (Mynd: Sverri Egholm)

Jupiter (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-13 15:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Northwest Pelagic í Kollafirði fer at keypa uppsjóvarskipið Jupiter frá reiðarínum Varðanum í Gøtu.

Tað vátta partarnir fyri heimasíðuni jn.fo í dag.

Keypið er ikki endaliga farið ígjøgnum enn, tí enn eru smáting, sum skulu fáast uppá pláss.

Jupiter er bygdur í 1994, og kom til Føroya í 2007. Hann er góðar 74 metrar langur og smáar 14 metrar breiður.

Northwest Pelagic eigur frammanundan Norðhavið, sum fiskar útfyri Afrika, og sambært jn.fo verður skipið selt.

 

placeholder
placeholder