Innanlands

Varðin: Ikki greitt nær skipini fara á lodnuveiðu

Finnur Fríði hevur størstu føroysku kvotuna eftir lodnu - 1.140 tons

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-02-06 07:40 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Varðin, sum eigur størsta partin av føroysku lodnukvotuni, hevur ikki tikið endaliga støðu til nær skipini fara á lodnuveiðu.

- Vit vita ikki heilt nær ætlanin er at fara, men vit fara so at royna, sigur Dávid Jacobsen, tekniskurleiðari hjá Varðanum.

Uppsjóvarskipini Gøtunes og Finnur Fríði, hjá Varðanum, hava fingið útskrivað loyvir, har Finnur Fríði hevur fingið størsta partin, sum er 1.140 tons, meðan Gøtunes hevur fingið 380 tons.

Samlaða føroyska kvotan eftir lodnu er 3.050 tons.

Hini bæði føroysku skipini, sum higartil hava fingið útskrivað lodnukvotu eru Høgaberg og Norðborg, har tað síðstnevnda er farið at royna eftir lodnu, sum tað einasta føroyska skipið, í íslendskum sjógvi.

- Vit ivast eisini í hvussu vit skulu býta tað upp, tí øll trý skipini fara so ikki yvir at fiska lodnukvotuna hjá okkum, sigur Dávid Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Varðanum. 

Tað stendur í sáttmálanum millum Føroyar og Ísland, at føroysk skip skulu landa 2/3 av lodnukvotuni í Íslandi, meðan 1/3 kann landast aðrastanðis, sum so verður í Føroyum.

Í løtuni eru Tróndur í Gøtu og Gøtunes ávegis á sildafeltið norðanfyri í altjóða sjógvi, har Fagraberg og Høgaberg royna, meðan Norðborg er í íslendskum sjógvi, og roynir eftir lodnu.

Hini uppsjóvarskipini eru á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi.

Tó liggja Arctic Voyager og Borgarin á Havnini, har okkurt smávegis verður gjørt við skipini áðrenn tey fara aftur til fiskiskap.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder