Innanlands

Úr at gera hjá Havsbrún í Fuglafirði

Havsbrún hevur tikið ímóti tveimum lastum í vikuskiftinum, og tvær eru ávegis aftrat

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2026-04-12 17:06 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Hjá Havsbrún í Fuglafirði hava tey úr at gera við at landa skipini, sum koma inn við svartkjafti.

Norðingur hevur landað 1.750 tons av svartkjafti til Havsbrún, og fór aftur til fiskiskap í morgun.

Christian í Grótinum landar í løtuni 3.000 tons av svartkjafti, og fer aftur á svartkjaftaveiðu tá ið liðugt er at landa.

Fagraberg siglur inn við fyrstu lastini, sum skipið hevur fiskað síðani tað kom í føroyska flotan, og skal landa 2.800 tons til Havsbrún aftaná Christian í Grótinum.

Borgarin er ávegis inn við 2.400 tonsum av svartkjafti, sum eisini skal landast til Havsbrún.

Skipini fiskað øll svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin er góður i løtuni.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder