Innanlands

Úr at gera í Fuglafirði

Finnur Fríði landar 2500 tons, og aftaná skal Arctic Voyager landa 1300 tons

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-11-19 07:10 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Hjá Havsbrún í Fuglafirði hava tey úr at gera við at taka ímóti svartkjafti.

Finnur Fríði landar í løtuni 2500 tons av svartkjafti til Havsbrún, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi. 

Fiskiskapurin hevur verið góður, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.

Aftaná Finn Fríða, skal Arctic Voyager landa.

Finnur hevur 1300 tons av svartkjafti, sum eisini er fiskaður í føroyskum sjógvi.

[object Object]Arctic Voyager (Savnsmynd: Sverri Egholm)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder